"Nú mín tíð sum leiðari á Sjónámi er komin at enda, vil eg nýta høvið at bera fram eina hjartans tøkk."
- Ólavur Í Geil

- 10 hours ago
- 1 min read
Brandur í Funningsstovu:

Nú mín tíð sum leiðari á Sjónámi er komin at enda, vil eg nýta høvið at bera fram eina hjartans tøkk.
Tað hevur verið mær ein heiður at leiða hendan góða stovn seinastu góðu seks árini. Eg eri takksamur fyri álitið, sum mær varð víst, og fyri samstarvið við dugnalig starvsfólk og stjóra umframt næmingar, skeiðsluttakarar og samstarvsfelagar sum hvønn dag arbeiða fyri at styrkja førleikarnar og trygdina hjá føroyskum sjófólki.
Sjónám hevur ein týdningarmiklan leiklut í føroyska samfelagnum, og eg eri errin av at hava verið ein partur av hesum arbeiði.
Samstundis vil eg ynskja Debes Sivertsen, fyribils settum leiðara, hepni og blíðan byr í starvinum. Eg eri vísur í, at hann saman við starvsfólkunum fer at leiða Sjónám longur fram á leið.
At enda vil eg ynskja Sjónámi og tykkum øllum eina bjarta framtíð og takka øllum, sum hava verið ein partur av ferðini hesi árini. Eg beri góð minnir og virðismikil sambond við mær víðari á leiðini.
Við bestu kvøðu,
Brandur H. Funningsstovu
(Mynd 📸 Sjónám)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sjonám
Fylg Facebook #'s:
#FaroeIslands #FaroeSea #Directory #Faroeislandsmaritimedirectory #officialgatewaytotheFaroeseMaritimeIndustry #faroesemaritimeecosystem
Fylg LinkedIn #'s:
.png)
%20(1).png)

















Comments