top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

SJÓNÁM | Almenn fráfaringarløta fyri Sigrun Poulsen

Frá Sjónámi:

ree

Hósdagin 4. desember kl. 15:00 verður almenn fráfaringarløta á Sjónámi fyri Sigrun Poulsen, sum eftir 36 ár í starvi á Klaksvíkar Sjómansskúla, og síðani Sjónámi, leggur frá sær fyri aldur.


Sigrun hevur gjøgnum árini verið ein lyklapersónur í rakstrinum og menningini av skúlanum og ein hollur stuðul fyri næmingar, skeiðsluttakarar og starvsfelagar. Tað vilja vit hátíðarhalda og samstundis takka henni hjartaliga fyri drúgva og trúgva tænastu.


Vit bjóða tí fyrrverandi og núverandi næmingum, skeiðsluttakarum, samstarvsfeløgum, vinum og kenningum Sigrunnar at vera við til eina hátíðarliga og hugnaliga løtu, har høvi verður at heilsa uppá hana, og deila minnir og søgur.


Ábit og drekkamuður verður at fáa - afturvið røðum og tónleiki.


Tíð: Hósdagin 4. desember kl. 15:00–17:00

Stað: Sjónám, Faktorsvegur 14, Klaksvík



ree

(Mynd 📸 Sjónám)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo
ree



Kelda: Sjónám

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page