top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Skip í Hósvík eitt tað mest týðandi skip innan grøna sjóvinnu

(Image: AYK Energy)


Svitzer Balder hevur seinastu tíðina sett ein týðandi varða innan grøna sjóvinnu.


Talan er um heimsins fyrsta sleipibát, ið sameinir battarítøkni og metanol sum orkugrundarlag.


Skipið hevur nú staðið sínar sjóroyndir, og úrslitini vísa, at nýggja orkuskipanin virkar bæði trygt og væl undir veruligum arbeiðsumstøðum.


Við at sameina battarí og metanolmotorar kann Svitzer Balder arbeiða við sera lágum útláti.


FAS Overview

Tað er battaríframleiðarin til sjóvinnu, AYK Energy, sum hevur staðið fyri orkuskipanini á Svitzer Balder.


AYK Energy upplýsir, at Svitzer Balder, sum er bygd á Uzmar-skipasmiðjuni í Turkalandi, setur ein nýggjan standard sum eitt tað sterkasta elektriska sleipiskip í heiminum, bæði fyri havnararbeiði og “near-open ocean” virksemi.

 

Skipið fer nú til Gøteborg, har tað hevur sína “dagligu gongd”, har meira enn 90% av sleiparbeiðinum nú verður gjørt við nullútláti, rikið av battaríorku.

 

AYK hevur latið battarískipanir til fimm Svitzer-skip og sum eru útgjørt við eini 6 MWh ABS-góðkendi battarískipan. Battaríið hevur eina liviðtíð á umleið 10 ár.


Sambandið millum Svitzer Balder og Hósvík


Fólk ivast kanska í hvat samband er millum Svitzer Balder og Hósvík.

 

Svitzer Balder er skrásett í Føroyum og siglir undir føroyskum flaggi. Sambært altjóða sjórætti skal navnið á skrásetingarhavnini standa á skipinum, óansæð hvar tað virkar dagliga. Hetta ger tí Hósvík til formellu heimahavnina hjá einum av heimsins mest framkomnu grønu sleipibátum.



Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv



Logo
Logo
Logo




Source: Marine Insight


Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page