top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Mærsk økir vánirnar við 40 milliardum krónum

Mærsk hevði størsta yvirskotið nakrantíð í søgu Danmarks í 2021. Ein partabrævagreinari hevur tó væntanir um, at ársúrslitið í 2022 blívur enn betri.

(Mynd 📸 TV2.dk)


Mærsk er komið betri ígjøgnum fyrsta ársfjórðing enn væntað. Og tískil økir Mærsk vánirnar við umleið 40 milliardum krónum í 2022. Tað sigur Mærsk í einari frágreiðing.


Tað góða úrslitið kemst av tí serstøku marknaðarstøðuni í Ocean, vísir frágreiðingin á. Stóra danska reiðaravirkið greiðir harafturat frá, at man hevur silgt við 7% færri bingjum í fyrsta ársfjórðingi av 2022, samanborið við sama tíðarskeið síðsta ár.

Hinvegin eru farmagjøldini í miðal 71% hægri.


Tey seinastu árini hava trupulleikar staðið seg upp í nøkrum av heimsins størstu bingjuhavnum, og hetta hevur skapað kaotiskar standir á farmamarknaðinum.


Mikkel Emil Jensen, partabrævagreinari í Sydbank, greiðir frá: - tað er rætt og slætt ein bardagi um plássini á bingjuskipunum, og tí verða prísirnir trýstir uppeftir.


Men sambært Mikkel Emil Jensen, skal man tó vera varðin at halda, at Mærsk kann varðveita hetta søguliga høga støðið í fleiri ár á rað: - Eingin væntar, at hetta rakstrarstøðið kann blíva við at halda hjá Mærsk. 2022 verður eitt sera gott ár, men í 2023 kemur man at síggja eina minni inntøku, í og við at tingini verða meira normaliseraði.


Frá Mærsk fáa vit líknandi útsøgn, um eina inntøku normalisering í seinna hálvári av 2022.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: TV2.dk

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:


0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page