UVMR | Grønland, Føroyar og Danmark yvirtaka formansskapin í Arktiska ráðnum
- Eva Andrésen
- 6 minutes ago
- 1 min read
Tann 12. mai, yvirtóku Grønland, Føroyar og Danmark formansskapin í Arktiska ráðnum.

(Mynd 📸 UVMR)
Yvirtøkan fór fram í Tromsø, har norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, lat stafettina víðari til Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinnu í uttanríkismálum og gransking í Grønlandi, sum tekur við formansskapinum vegna Grønland, Føroyar og Danmark.
Yvirtøkan varð stroymd, og kann síggjast HER.
Grønland, Føroyar og Danmark hava formansskapin í Arktiska ráðnum frá 2025-2027.
Í næstan trý áratíggju hevur Arktiska ráðið staðið sum hornasteinurin í samstarvinum millum arktisku londini. Tí er tað avgerandi, í eini tíð, har altjóða samstarv er undir trýsti, at vit varðveita og styrkja virkisførið í ráðnum. Føroyski næstformanssessurin gevur somuleiðis Føroyum eitt gylt høvi at varpa ljós á okkara leiklut í Arktis – serliga við okkara serkunnleika innan gransking, ikki minst á havøkinum.
-sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum
Felags tíðindaskriv kann somuleiðis lesast her.
Sí meira um formansskapin her.
Sí formansskránna her.
Sí meira um Føroyar í Arktis her.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: UVMR
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s: