top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

UVMR | Hanna í Horni tilnevnd sendikvinna til Íslands

Hanna í Horni er tilnevnd sum sendikvinna Føroya til Íslands. Hon tekur við 1. septembur, tá ið hon avloysir Hallu Nolsøe Poulsen, ið hevur verið sendikvinna í Reykjavík síðani 2020.

(Mynd 📸 UVMR.fo)


Hanna í Horni er 48 ára gomul og doktari í International Relations frá Swansea University. Hon hevur starvast í Uttanríkistænastuni síðani 2008 og frammanundan starvaðist hon í tvey ár á Sendistovu Føroya í Brússel sum málsviðgeri og skrivari. Í sínum starvi í Uttanríkistænastuni hevur Hanna eitt nú arbeitt við viðurskiftum millum Føroyar og Ísland og umboðað Føroyar í Arktiska Ráðnum.


Seinnu árini hevur Hanna umsitið menningarsamstarv og neyðhjálp umframt mannarættindasáttmálarnar, ið Føroyar eru fevndar av.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: KVF

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

1 comment

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page