Leygardagin skipaði Tórshavnar bátafelag fyri Mjáflaggahúning. Hetta er tíðin, tá nýggja siglingarárið byrjar, og tá bátafestivalar og bátahugni seta dám á vikuskiftini. Tiltakið byrjaði við, at bátarnir savnaðust við Molan, og síðani varð siglt inn í Vágsbotn, har skipað varð fyri lítlum hátíðarhaldi. Heðin Mortensen helt røðu vegna Tórshavnar býráð og segði millum annað, at “tað sosiala, sum fylgir við at hava bát og at vera saman í felag, skapar sín egna og serliga hugna.