top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
Untitled (940 x 280 px).png
Advent BFI NL ysing.png

Flestu ferðafólkabátar lúka krøvini


Sjóvinnustýrið og Føroya Politi hava í summar havt eitt eftirlitsátak, har smærri ferðafólkabátar kring landið vórðu kannaðir. Kanningarnar vísa, at flestu bátarnir lúka galdandi krøv, men í nøkrum førum vórðu feilir og manglar staðfestir.



Í tíðarskeiðinum frá juni til august framdi Sjóvinnustýrið 17 kanningar av 13 ymiskum ferðafólkabátum.


Í trimum av kanningunum vórðu frávik staðfest. Millum annað, at kravd manning ikki var umborð, og at manglar vóru við trygdarútgerð og trygdarvegleiðing. 


Kortini er høvuðsniðurstøðan, at støðan í vinnuni yvirhøvur er góð. Av teimum bátunum, sum høvdu ferðafólkaloyvi, høvdu flestir viðurskiftini í lagi, bæði tá ið talan var um manning, útgerð og onnur trygdarkrøv. 



– Okkara uppgáva er at tryggja, at ferðafólk kunnu kenna seg trygg, tá tey keypa sær ein túr við einum ferðafólkabáti. Men hóast úrslitini eru jalig, so vísir átakið eisini, at tørvur framvegis er á regluligum eftirliti, sigur Sjóvinnustýrið. 


Sambært yvirliti hjá Sjóvinnustýrinum eru í dag 37 bátar við galdandi ferðafólkaloyvi í Føroyum. Av teimum eru 23 góðkendir til vinnuliga sigling við upp til 12 ferðafólkum. 

Sjóvinnustýrið boðar frá, at samstarvið við Føroya Politi heldur fram, og at ófráboðað eftirlit eisini verður gjørd frameftir. 


Meira fæst at vita í frágreiðingini um eftirlitsátakið, sum nú er tøk á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum.



(Mynd Sjóvinnustýrið)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv



Logo
Logo
Logo



Kelda: Sjóvinnustýrið

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page