FSN | Semja gjørd viðv skipara og stýrimonnum
- Eva Andrésen
- 2 minutes ago
- 1 min read

(Myndir 📸 fsn.fo)
FSN hevur gjørt semju fyri navigatørarnar, sum skula sigla við Galaxy meðan Smyril er í dokk.
Eftir niðurskurðin hjá Fasta Gerðarætti viðv. trætumálinum millum Manningarfeløgini og FMR, so kann FSN gleðast um, at Útlendingastovan hevur avgjørt hvussu útlendska manningin á Galaxy skal lønast.
FSN hevur eftir úrskurðin hjá Fasta Gerðarætti havt fund við allar navigatørarnar umborð á Smyril og teir sum skula avloysa umborð á Galaxy. Á fundinum komu ynskini hjá navigatørunum fram og út frá tí bleiv eitt semju uppskot gjørt og sent til SSL. Í dag kom svar frá SSL at tey góðtóku semju uppskotið og tíðskil er semja um hvat er galdandi fyri navigatørarnar.
- hvat víðari hendir millum " FMR- SSL og Útlendingastovuna" eftir avgerðina hjá Útlendingastovuni, hava vit sum felag onga ávirkan á, sigur FSN í fráboðan í kvøld.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #FøroyaSkiparaogNavigatørfelag #FaroeseMaritime #Faroeislands #directory
Fylg LinkedIn #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #FøroyaSkiparaogNavigatørfelag #FaroeseMaritime #Faroeislands #directory