Í gjár flutti løgmaður, Beinir Johannesen, fram røðu í sambandi við minningardag teirra sjólátnu á allahalganna degi 1. november. Røðan kann lesast niðanfyri: Góðu tit øll, Tað verður ofta sagt, at tað er eitt fátækt fólk, sum ikki kennir sína søgu. Í dag rógva vit aftur á søgu teirra sjólátnu. Søga, sum vit skulu kenna. Virða. Og minnast við sorgblídni og takksemi. Tí hvat eru vit, um vit eru søguleys og uttan fyrilit fyri teimum, sum undan okkum fóru? Tað er fáur føroyingu