Havkappar er nýggj røð á Blue Faroe Islands har tosað verður við sjómenn og kvinnur nær og fjar. Ynskið er at seta andlit á okkara fiski- og sjóvinnu. Hesaferð í sendingini Havkappum, tosar Ólavur í Geil við Jóhann Fagraklett, sum er maskinmeistari á Tummas T. Teir eru akkurát farnir úr Føroyum ávegis til Noregs at fiska norðhavssild. Veðrið er sera gott, og hóast ætlanin ikki var at fara avstað aftur longu nú, eftir at hava landað Makrel í Shetlandi, eru mennirnir glaðir fyr