Tað sá eitt sindur ógvsuligt út hjá bygdafólki í Syðrugøtu og Norðragøtu at vakna upp í morgun. Uttanfyri vindeyguni lá ein stór fronsk fregatt við bæði kanón og tyrlu, meðan skjótt gangandi bátar silgdu inn og út frá kajiøkinum í Norðragøtu. Hetta var bert ein fronsk venjing, ið at flyta burtur fólk í samband við eina møguliga natúrvanlukku, so sum eldgos ella líknandi vanlukkur. Umleið 50 lokal fólk vóru við í venjingini, og vóru tey øll flutt umborð á fregattini Auvergne v