Úrslit av kunningartiltaki hjá Vinnuhúsinum, kann hava týðandi ávirkan á føroyskt maritimt vinnulív. Mánadagin tann 30. september vitjaði Forsvarsministeriets Materiel- og Indkøbsstyrelse (FMI) Brim Boats, har FMI fekk eina ábending um hvat arbeiðsbatarnir hjá Brim Boats kunna í føroyskum viðurskiftum. Brim Boats fingu góða fatan av krøvunum og møguleikunum frá fólki, sum vóru sera opin fyri hugskotum, sjálvt frá eini lítlari fyritøku sum hon hjá Brim Boats. Fyri at tryggja