Svar frá landsstýrismanninum í mentamálum, Bárði á Lakjuni, upp á skrivligan fyrispurning á Løgtingi varpar nýtt ljós á støðuna hjá Sjónámi í Klaksvík. Samstundis sum svarið staðfestur, at ætlanin er at seta nýggjan leiðara, vísa tey eisini á eina størri og meira grundleggjandi gongd: møguligar bygnaðarbroytingar innan maritimu útbúgvingarnar í Føroyum. Leiðarsetanin sett á pausu Ein av høvuðsspurningunum var, hví ikki er lýst eftir nýggjum leiðara til Sjónám. Svarið frá land