Grein um fyrispurning mín, viðvíkjandi Sjónám: Stjórin í Sjónámi hevur sagt starvið frá sær, og síðani tá havi eg frætt, at ein fyribils leiðari er settur. Samstundis havi eg fingið at vita, at setanin av nýggjum leiðara fyribils er útsett, og harumframt at ætlanir eru um sparingar, sum kunnu fáa avleiðingar fyri tær útbúgvingar, ið Sjónám framyvir fer at bjóða. Tað, sum serliga vekir stúran í sinni mínum, er, at Sjónám møguliga ikki longur skal bjóða fulla skiparaútbúgving,