- 3 hours ago
- 1 min
Havbúnaðarfelagið | Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úrslitið
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úrslitið. (Mynd 📸 Skíggjamynd: Havbúnaðarfelagið) : Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga...
Vinnuháskúlin er útbúgvingarstovnur, sum fevnir um sjómansskúla, maskinmeistaraskúla, trygdardepil og skeiðsdeild. Sjóvinnan er okkara høvuðsvinna, og tí er ikki løgið, at maritimu útbúgvingarnar eru millum tær elstu í Føroyum. Sjómansskúli byrjaði longu í 1893, og í 1912 vórðu tey fyrstu motorpassaraskeiðini hildin.
Sjónám er stovnur, ið fevnir um tað, sum fyrr vóru Klaksvíkar Sjómansskúli og Trygdarmiðstøðin. Sjónám myndar sjóvinnuútbúgvingarøkið undir leiðsluni á Tekniska skúla í Klaksvík. Klaksvíkar Sjómansskúli byrjaði sítt virksemi sum privatskúli – hann gjørdist ikki almennur fyrr enn í 1975, tá Fisher Heinesen byrjaði skúlan.
Valued Partnerships