Sirocco varð í hesum døgum handað reiðarínum Norwind Offshore á VARD-skipasmiðjuni í Brattvåg í Noregi. Skipið er eitt framkomið tænastuskip, sum skal arbeiða innan offshore-vindvinnuna og veita tænastur til vindmyllulundir til havs. Millum tey, sum vóru við til handanina, vóru eisini føroyingar. Ein teirra er Jógvan Hendrik Sigurstein, sum starvast sum ETO (Electro Technical Officer), og sum deildi myndir frá handanarhátíðini. Eisini er Eyðfinn Hvidbro úr Klaksvík knýttur at